City skolaði Liverpool av vøllinum

Í oysandi veðrið vann Manchester City í kvøld 3-0 á Liverpool og liggur nú fremst í Premier League. Tottenham vann eisini sín dyst í kvøld og liggur trygt á triðja plássinum, meðan góða byrjanin hjá Martin O’Neill heldur fram í Sunderland.

 

Manchester City hevði undan dystinum í kvøld bara fingið tvey døgn at hvíla seg í eftir tapið móti Sunderland. Tað var eisini Liverpool sum kom best frá byrjan og Stewart Downing var nær við at leggja gestirnar á odda.

 

Tá dysturin var tíggju minuttir gamal misti Liverpool bóltin á egnari hálvu. Bólturin endaði hjá Sergio Aguero, sum smekkaði til. Bólturin tóktist snýta Pepe Reina, sum skuldi havt bjargað skotroyndini. Nakað fyri hálvleik økti Yaya Toure tá hann stútaði eitt hornaspark í mál.

 

Í seinna hálvleiki royndi Liverpool at trýsta og tólv minuttir fyri tíð fekk Manchester City miðvallarin, Gareth Barry, sítt seinna gula kort. Men bara minuttir seinni fór Edin Dzeko umkoll í Liverpool brotsteiginum. James Milner umsetti til 3-0 og sløkti allar vónir hjá Liverpool um at koma aftur í aftur.

 

Leikliga var munurin ikki so stórur sum yvirskriftin sigur, men sannleikin er eisini at oddaliðið ikki var trýst nakað serligt gjøgnum dystin.

 

Tottenham greiddi sína skyldu við at vinna 1-0 á White Hard Lane móti WBA. Jermain Defoe skoraði einsamalla málið tá dysturin var um ein tíma gamal.

 

Sunderland van nein tryggjan sigur á Wigan. Støðan gjørdist 4-1 og Martin O’Neill hevur fingið eina góða byrjan upp á tíðina sum venjari hjá Sunderland.

 

Premier League:

 

Manchester City – Liverpool 3-0

Tottenham – WBA 1-0

Wigan – Sunderland 1-4