City tveitti stig í Ruslandi

Eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum á einum áskoðaratómum stadion, mátti City taka til takka við 2-2 javnleiki.

Eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum á einum áskoðaratómum stadion, mátti City taka til takka við 2-2 javnleiki.

 

Manchester City var í cruise control í fyrra hálvleiki, sum eisini gav teimum eina 2-0 leiðslu móti CSKA Moskva. Men í seinna hálvleiki settur onglendingarnir ferðina munandi niður, og tá so toppskjúttin hjá Moskva stutt eftir innskiftingina minkaði um munin, tóktist tað ikki at hava nakra ávirkan.

 

Ikki fyrr ennCSKA Moskva fekk eitt rættiliga ivasamt brotsspark, sum teir síðani skoraðu upp á, setti City eitt ávíst trýst á málið hjá heimaliðnum.

 

Men tá var tað ov lítið ov seint, og Manchester City skal nú hava góð úrslit, um teir skulu sleppa víðari frá bólkaspælinum.

 

CSKA Moskva-Manchester City 2-2 (0-2)

29. 0-1 Sergio Arüero

38. 0-2 James Milner

65. 1-2 Seydou Doumbia

86. 2-2 Bebras Natcho (brts)