Mikudagin 6. februar vóru júst 50 ár liðin, síðan flogvanlukkuna á einum flogvølli í München í Týsklandi, tá heili átta limir í »The Busby Babes« lótu lív, saman við fleiri øðrum óhepnum sálum. Hetta er nakað, ið hevur merkt serliga Manchester United fjepparar kring heimin síðan tá, og í ár, á 50 ára minningardegnum var eisini skipað fyri ymsum tiltøkum, til minis um leikararnar, ið lótust 6. februar 1958.
Áðrenn dystin var ein minuttur tøgn fyri teimum farnu, familjum teirra, og teimum ið enn eru á lívi, og eisini hevði felagið valt at latið liðið spæla í serligum búnum, rættuliga meinlíkir teimum, ið nýttir vóru í 1958 av »The Busby Babes«
Linlig byrjan
Sjálvur dysturin var merktur av at United ongantíð veruliga komu í gongd. Dietmar Hamann, ið er kendur sum ein harður harri, taklaði seg í fleiri støðum gjøgnum heldur tunna miðvøllin, og í nøkrum støðum var hann heppin at sleppa undan ostaflísini hjá dómaranum. United spælararnar virkaðu ørkymlaðir, og komu ongantíð í gongd. Tá so 25 minuttir vóru spældir komu City á odda, og var tað Darius Vassell, sum í tveimum umførum hamraði til, úr stuttari fjarstøðu. Málið leyp hvøkk á vertirnar, og teir løgdu eitt trýst á gestirnar, men ongantíð var veruligi vandi á ferð hjá City verjuni, ið væl var stýrd av Richard Dunne. Beint fyri hálvleik hendi so tað, at City fekk fríspark í høgra borði, og tað tók bulgarski City leikarin sær av. Hann snaraði bóltin so mikið væl innfyri, at Benjani Mwaruwari úr Zimbabwe, bert skuldi seta krullin undir bóltin, so at hann fór millum vinir og fíggindar, og inn um aftaru stong. Nú sá svart út hjá heimaliðnum, og teir royndu aftur at pressa. Tað eydnaðist teimum eisini at minka um munin, men tá vóru 91 minuttir spældir. Málið skoraði Michael Carrick, ið var innskiftur, tá 15 minuttir írestaðu.
Null-loysn í London
Á Stamford Bridge spældu Chelsea á heimavølli móti Liverpool, og tað var ein lítið áhugaverdur dystur. Sera fáir málmøguleikar og meginparturin av spælinum gekk fyri seg á miðjuni. Tó var ein risamøguleiki til hvørt liðið, og hjá Chelsea var tað Michael Ballack, meðan tað hjá Liverpool var Peter Crouch, ið vóru stóru syndararnar. Onki mál kom tó í dystinum, og ikki man hesin dysturin standa longi í minninum hjá fótbóltsfjepparum.
Sunderland vann móti Wigan
Roy Keane, ið er venjari hjá Sunderland, hevði vitjan av einum gomlum kenningi um vikuskiftið. Tað var gamli liðfelagi hansara úr Manchester United, gamli verjuleikarin Steve Bruce, ið er venjari hjá Wigan.
Sunderland vunnu dystin 2-0, og komu teir við sigrinum upp á 15. pláss. Málini skutu Dickson Etuhu og Darryl Murphy.
Í boks:
Dystirnar um vikuskiftið:
Aston Villa-Newcastle 4-1 (Bouma, Carew 3 - Owen)
Bolton-Portsmouth 0-1 (Lassana Diarra)
Chelsea-Liverpool 0-0 (Ongi mál)
Derby-Tottenham 0-3 (Keane, Kaboul, Berbatov)
Everton-Reading 1-0 (Phil Jagielka)
Middlesbrough-Fulham 1-0 (Jeremie Aliadiéré)
Man Utd.-Man City 1-2 (Carrick - Vassell, Benjani)
Sunderland-Wigan 2-0 (Etuhu, Murphy)
West Ham-Birmingham 1-1 (Ljungberg - McFadden)
(Í kvøld spælur Arsenal móti Blackburn, klokkan 19:45, og vinna teir eru fimm stig á odda)