Fyri 9. ferð kundi Manchester City fara av Ethiad vøllinum við einum sigri.
Tað byrjaði annars ikki so gott, tí eftir 24 minuttir smeyg Raheed Sterling sær ígjøgnum City-verjuna, men bólturin gjørdist heldur langur. Hetta bilti tó ikki, tí brasilski Coutinho kom til og kundi seta bóltin í málið til 1-0.
Leiðslan helt sær tó ikki so leingi, tí bert sjey minuttir seinni kundi Kompany stúta eitt hornaspark í málið.
Beint fyri hálvleik fór City í eitt mótálop sum endaði við, at Alvaro Negredo setti uttaru síðuna á bóltin. Hvat Mignolet gjørdi í Liverpool málinum er ein gáta, men bólturin endaðií netinum.
Í seinna hálvleiki gjørdist spælið meira taktiskt, men Sterling hevåi tó ein risa møguleika at javna, men smekkaði bóltin langt yvir málið.
Sigurin merkir fyri Manchester City, at liðið hevur vunnið allar dystirnar á heimavølli í Premier League higartil í ár.