Enn er alt ov tíðliga hjá føroyskum fótbóltsfjepparum at gleða seg til leygardagin, tá Manchester City tekur ímóti Aston Villa í einum alt avgerandi dysti um tað sera, sera týdningarmikla fjórða plássið í Premier League, sum gevur rættin til at spæla seg í Champions League bólkaspælið.
Manchester City ætlar nevnliga at leiga ein royndan málverja.
Hetta skrivar kenda enska blaðið ?Daily Mail?. Blaðið skrivar, at Manchester City longu ígjár setti seg í samband við Premier League, fyri at fáa undantaksloyvi til at leiga ein royndan málverja til teir tríggjar alt avgerandi dystirnar ímóti Aston Villa, Tottenham og West Ham.
Blaðið skrivar, at Manchester City mugu vóna, at Stuart Taylor verður klárur í vikuni, um tað ikki eydnast felagnum at fáa undantaksloyvið til at leiga ein royndan málverja.
Blaðið skrivar eisini, at venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini vil sleppa undan at líta á Gunnar Nielsen til teir tríggjar alt avgerandi dystirnar ímóti Aston Villa, Tottenham og West Ham.
Føroyskir fótbóltsfjepparar sleppa at bíta negl teir komandi dagarnar, meðan bíðað verður eftir svarinum frá Premier League, hvørt Manchester City fær undantaksloyvi ella ikki.