City yvirhálar Liverpool

Stutt eftir at seinni hálvleikur var byrjaður fekk Stoke Abdoulaye Faye útvístan. Hóast ein mann í undirtal, so eydnaðist tað Glenn Whelan at leggja vertirnar á odda. Fimm minuttir fyri tíð, javnaði Gareth Barry fyri Manchester City, til endaliga støðuna 1-1. Stoke fekk eitt mál í yvirtíðini kolldømt.

 

Liðini hittust leygardagin í FA Cup á City of Manchester Stadium. Tann dysturin endaði eisini við 1-1 javnleiki. Tí skulu Manchester City og Stoke hittast aftur 24. februar til umdyst í FA Cup. Kanska eitt gott hugskot at tippa 1-1?

 

Manchester City hevur við stignum í dag yvirhálað Liverpool á fjórða plássinum. Teir hava nú 45 stig fyri 25 dystir, meðan Liverpool á fimta plássi hevur 44 stig fyri 26 dystir.

 

Manchester City og Liverpool møtast sunnudagin á City of Manchester Stadium.