Civic Type-R GT seldur við stórum avslátti

Civic Type-R GT hevur 320 hk og koyrir frá 0-100 upp á 5,7 sekund

Ein heilt serligur bilur verður nú seldur við stórum avslátti. Talan er um ein spildurnýggjan Honda Civic Type-R GT.

Bilurin kostar upprunaliga kr. 560.750, men nú verður hann seldur við kr. 110.000 í avslátti fyri einans kr. 450.750.

Honda Civic Type-R GT er ein sermerktur bilur hvat designi og viðvíkur bæði uttan og innan, hann er sportligur, samstundis sum hann er parktiskur.

Hóast hann sær meira út sum ein sportbilur enn familjubilur, er talan um ein sera rúmligan bil við stórum viðførisrúmi. Designið er sermerkt og flott við skermkantum og gáttum eins og stóri spoilarin aftan er eitt sereyðkenni fyri Civic Type-R GT.

##med2##

Innan er Civic Type-R eisini nakað serligt, instrumentborðið er flott designað. Hann er sera væl útgjørdur við t.d. Recarosetrum, navigatión, fartpiloti, skeltivísara, HCT (Honda Connect Touch), klimaanleggi, bakkikamera, parkeringssensorum framman og aftan, bluetooth, Hill Start Assist, automatiska neyðbremsu, tokulyktir og avlesing av ferðsluskeltum.

##med3##

Stórur dentur er lagdur á at verja, um ein fótgangari skuldi verið ákoyrdur. Hetta er nakað, sum Civic fær góðan karakter fyri í EuroNCAP-krasjtestum. 

##med4##

Civic Type-R GT hevur 2.0 Turbo VTEC motor við 320 hk og koyrir frá 0-100 upp á 5,7 sekund. Hann er rættiliga frekur við trimum útstoytum og toppferðin er 272 km/t.

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Norðbil.

##med5##

##med6##

##med7##