CJ Bygg góðar royndir við krympiplasti 

- Bæði fyri okkum og kundan var hetta ein góð loysn á hávetri, og hetta stytti eisini munandi um arbeiðstíðina, tí veður og vindur høvdu onga ávirkan á okkara arbeiði, sigur Christian Mølgaard hjá CJ Bygg.

 

Tað eru teir báðir, Christian Mølgaard í Sørvági og John Weihe í Miðvági, sum eiga og reka timburfyritøkuna, CJ Bygg, og her hava teir góðar royndir við krympiplasti. 

 

- Fyrst í hesum árinum fóru vit í holt við at dagføra eini hús í Havn. Vit skiftu tak og vindeygu, umframt at húsini skuldu hava kvist.

 

Christian Mølgaard sigur, at teir høvdu ikki farið í holt við hesa verkætlan á hávetri, um húsini ikki vóru “innilokað” við krympiplasti.

 

- Tað ber illa til á hávetri bæði at byggja kvist og skifta tak á einum húsum. Men, nú vit høvdu eina konstruktión um øll húsini, sum var innilokað við krympiplasti, læt hetta seg væl gera.

 

Hann vísir á, at tá ein slík konstruktión, sum verður klødd við krympiplasti, skal setast upp á vetrardegi, er sjálvsagt neyðugt, at hon er væl fest.

 

- Tað vóru nógvir fyrimunir við at arbeiða undir taki. Í fyrsta lagi høvdu vit ein nógv betri arbeiðsdag, og í øðrum lagi var ikki neyðugt hvønn dag at rudda arbeiðsplássið fyri tilfar og amboð – uttan, at alt varð blást um koll.

 

Christian Mølgaard vísir á, at dagurin er stuttur í januar og februar, tá teir dagførdu húsini í Havn. 

 

- Tá tú arbeiðir úti hesa tíðina av árinum, er neyðugt at tryggja tilfar, sum tú skalt hava við hondina. Sama er við arbeiðsljósum í myrku tíðini, sum ofta mugu flytast aftur og fram.

 

Men, tá tú arbeiðir innanfyri dúkin við krympiplasti, ber saktans til at hava arbeiðsljós, sum standa á ávísum støðum og sum kunnu lýsa alt tað upp, sum tú hevur brúk fyri at síggja.

 

##med2##

 

Hann sigur, at tá dagføringarnar av húsunum í Havn fóru fram, var hetta meira sum at arbeiða inni í einari byggihøll.

 

- Bæði fyri okkum og kundan var hetta ein góð loysn, og hetta stytti eisini munandi um arbeiðstíðina, tí veður og vindur høvdu onga ávirkan á okkara arbeiði, sigur hann.

Í timburfyritøkuni CJ Bygg hava teir nógv at gera, men tað er altíð pláss fyri onkrum aftrat.

 

- Fólk, sum hava okkurt, ið skal gerast, eru vælkomin at spyrja seg fyri hjá okkum, sigur Christian Mølgaard hjá CJ Bygg.