Clapson ger um seg

Tað hevur gingið strúkandi hjá Paul Clapson, síðan hann í vetur skifti tilveruna í KÍ og Klaksvík út við íslendska Afturelding, sum spælur í næstbestu deildini. Í gjár kom hann tríggjar ferðir á máltalvuna, tá felagið vann 5-2 á heimavølli móti Grótta. Heimasíðan www.fotbolti.net ger nógv burtur úr enska framherjanum, sum higartil hevur skotið 10 mál í sjey landskappingardystum. Hann varð millum annað valdur sum besti leikarin í næstbestu deildini hetta umfarið. Afturelding og Paul Clapson eru í løtuni á odda í deildini við 19 stigum – ájavnir við ÍR.