Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen var aftur á liðnum hjá Blackpool, tá liðið spældi fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum um vikuskiftið. Blackpool spælir í næstbestu ensku deildini. Fyrsti dysturin var á útivølli ímóti Norwich, og Blackpool fekk javnleik. Claus og teir løgdu seg á oda við brotssparki 10 minuttir eftir steðgin, men stívliga eitt korter fyri leiklok javnaði Norwich. Claus Bech Jørgensen spældi við allan dystin.