Claus Bech heldur fram í Coventry

Í summar boðaði leiðslan í Coventry frá, at fleiri spælarar hjá felagnum vóru settir á sølulistan, og ein av teimum var føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen, sum annars hevur sáttmála við felagið fram til næsta summar. Claus er tó framvegis i Coventry, og hann hevur eisini fingið spælitíð í venjingardystunum higartil. Nú er Coventry í USA, har teir eru á venjingarlegu. Teir fara heimaftur til Onglands hósdagin. Um vikuskiftið tóku spælararnir sær av løttum, og tá vitjaðu teir á Sundance Restort hjá Robert Redford í Utah-fjøllunum.