Claus á beinkinum

Føroyski landsliðsspælarin fekk seinasta hálva tíman á vøllinum, tá Coventry leygardagin tapti 3-2 fyri Sheffield Wednesday

Ongland

Eftir at hann leingi hevur verið fastur fúsur á liðnum, mátti Claus Bech Jørgensen hesa ferð byrja á beinkinum, tá Coventry vitjaði Sheffield Wednesday, sum eisini er eitt av niðaru støddu liðunum í enska League Championship, sum næst besta røðin eitur.
Frá beinkinum kundi Claus bara hyggja at, meðan vertirnir løgdu seg á odda bæði 1-0 og 2-1, men hálvan tíma fyri leiklok varð føroyski kanturin kortini sendir á vøllin.
Tað eydnaðist eisini Coventry at vinna seg upp á javnt eftir hetta, men tað var kortini ikki nóg mikið. Tí við einum brotssparksmálið fekk Sheffield Wednesday tryggjað sær trý sera týdningarmikil stig.
Annar er Claus ikki einasti spælarin við føroyskum ættarbregði, sum ger um seg í enskum fótbólti. Her fyri skrivaði Queens Park Rangers undir sáttmála við Marc Nygaard, sum áður hevur spælt í Hollandi og Italia. Marc Nygaard er hálvur tvøramaður, og onkra tíð hevur eisini verið róð framundir, at langlimaði áleyparin eins og Claus Bech Jørgensen kundi verið ein fongur hjá føroyska landsliðnum. Men tann møguleikin er ikki til longur, eftir at Marc fyri tveimum árum síðani spældi sín fyrsta dyst á danska A-landsliðnum.