Claus fekk tríggjar minuttir

Í Coventry vóru teir ógvuliga fegnir um, at tað eydnaðist at fáa eitt stig á útivølli í fyrstu royndini í nýggja kappingarárinum

ONGLAND

 
Leygardagin varð farið undir nýtt kappingarár í næstbestu eingilsku deildini. Ein føroyingur luttekur í tí kappingini, men hansara leiklutur var ikki so ógvuliga stórur í fyrsta umfarinum.
                      Coventry legði fyri í torførum útidysti í Norwich. Heimaliðið legði seg framum í 1. hálvleiki, men tað eydnaðist teimum ljósabláu at javna í 2. hálvleiki til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
                      Claus Bech Jørgensen, sum fyrr í summar hevur gjørt nýggja avtalu við Coventry, var millum teir, sum venjarin, Micky Adams, hevði við í bussinum til Norwich. Claus hevur verið partur av liðnum í flestu venjingardystunum.
                      Hesa ferð var hann tó bara á vøllinum tríggjar teir seinastu minuttirnar. Tað man vera sjáldan, at føroyingar spæla í sínum feløgum frammanfyri so nógvum áskoðarum, sum Claus gjørdi leygardagin. 25.355 brúktu seinnapartin leygardagin til fótbólt í Norwich.
                      Í Onglandi liggja teir ikki á løtu síðuni. Longu í kvøld skal Coventry spæla aftur, og tað verður eisini á útivølli. Claus og teir skulu til Millwall.