Leygardagin spældi Blackpool á útivølli ímóti Norwich, og Blackpool vann 2-1. Blackpool legði seg fram um 2-0 í fyrra hálvleiki, áðrenn Norwich minkaði við brotssparki í seinna hálvleiki. Claus Bech Jørgensen spældi við hjá Blackpool allar 90 minuttirnar, og hann fekk eitt mál kolldømt fyri rangstøðu. Blackpool er nummar 12 av 24 liðum í deildini.