Claus vann á Wembley

Blackpool skal komandi kappingarár spæla í enska Championship. Sunundagin vunnu teir 2-0 á Yeovil í play-off dysti

Fótbóltur

 

- Hetta er størsta upplivingin í mínum lívi. Heilt fantastiskt.

Soleiðis tók Claus Bech Jørgensen til við bold.dk, eftir at hann og Blackpool framman fyri 59.313 áskoðarum á Wembley høvdu bast Yeovil í dystinum um seinasta uppflytaraplássið til næst bestu ensku deildina.

Sigurin kom til høldar við málum frá Robbie Williams og Keigan Parker, sum skoraðu stutt fyri og stutt eftir steðgin. Talan var um tíggjunda sigurin á rað hjá Blackpool, og hetta er met í felagnum. Nakað sum avgjørt ikki gjørdi dagin verri. Og sum vera man skuldi hetta feirast á fýra tíma longu bussferðini heimaftur.

- Eg dugi slettis ikki at siga frá, hvussu hetta kennist. Tað er fyrsta ferðin, at eg eri fluttur upp við einum liði, og at tað skuldi henda á einum nærum fullsettum Wembley er bara heilt, heilt ótrúligt. Tað er eins og at síggja Chelsea, tá teir vunnu FA-Cup finaluna. Eg rokni í øllum førum ikki við, at gleðin hjá teimum var minsta pettið størri, enn hon var tað hjá okkum, sigur Claus við bold.dk.

Tá vit í farnu viku prátaðu við Claus undan dystinum á Wembley segði hann, at hann metti liðið hava møguleikan at standa seg í Championshiip, har Claus eisini áður hevur spælt.

- Sjálvandi verður málið fyrst og fremst at halda sessin í deildini, og til tess verður hópurin helst eisini styrktur. Hinvegin rokni eg við, at tað eru verri lið enn vit, sum áður eru flutt upp, so vit hava avgjørt møguleikan at bíta okkum fastar, segði hann.