Fyrrapartin var kunngjørt, at Claus Bech Jørgensen ikki heldur fram í Blackpool. 33 ára gamli miðvallarin og fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin fekk ikki sáttmálan longdan í enska felagnum, og nú vónar hann, at hann sleppur at spæla í bestu donsku fótbóltsdeildini. Tað skrivar bold.dk.
- Eg havi prátað við fleiri feløg í SAS-liguni, um tey eru áhuga í honum. Men framvegis er einki komið upp á pláss, sigur Allan Reese, umboðsmaður hansara, við heimasíðuna.
Claus Bech Jørgensen hevur roynt seg í enskum fótbólti, síðan hann í 1999 skifti úr AC Horsens. Hann hevur umboðað Bournemouth, Bradford, Coventry og Blackpool, har hann í farna kappingarári spældi 21 dystir.