Cleentech er hitt beinið hjá føroysku vinnuni

BlueGreenFuture er slóðbrótandi átak, sum ger tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at fáa vinnuliga úrtøku burtur úr skjótast vaksandi vinnuøkinum í alheims búskapinum, Cleantech, sigur Andras Róin, projektleiðari í BlueGreenFuture. Hann metir, at Cleentech kann gerast hitt beinið, føroyskt vinnulív hevur saknað

Í tíðindaskrivi, BlueGreenFuture sendi út í morgun, stendur um átaki, at BlueGreen vendir sær beinleiðis til føroysku vinnuna. Endamálið er at samskipa og marknaðarføra føroyska tøkni og føroyskar loysnir innan Cleantech fram í móti veðurlagsráðstevnuni, sum verður í Keypmannahavn desember.

Við øðrum orðum vil BlueGreenFuture skapa eitt netverk av veitarum, sum hava útflutning og Cleantech til felags og harvið gera tað lættari at koma í samband við altjóða marknaðin.

– BlueGreenFuture skal savna alt undir sama regnskjóli og sameina, marknaðarføra og ráðgeva føroyskum fyritøkum á hesum økinum, sigur Andras Róin, projektleiðari.

Hann vísir á, at ein einstøk fyritøka ella ein einstakur persónur sjáldan munar nakað á altjóða pallinum, og tískil koma Føroyar og føroyskar fyritøkur at standa sterkari undir nýggja átakinum.


Serligar føroyskar fortreytir

Enn er Cleentech í mangar mátar eitt lítið ítøkiligt hugtak. Men fyri at lýsa evni, tekur Andras Róin hetta dømið fram.

– Um eini tvey ella trý ár skulu allar heimsins fyritøkur helst halda nakrar ávísar CO2-kvotur. Hetta kemur eisini at vera galdandi hjá Atlantic Airways, Smyril Line, Havsbrún og hinum føroysku fyritøkunum. Halda fyritøkurnar ikki CO2-kvoturnar, mugu tær keypa størri kvotur, greiðir Andras Róin frá.

– Felagsheitið millum hetta dømi og BlueGreenFuture, er Cleentech, og har hava Føroyar serligar fortreytir fyri at vera við millum tey allar fremstu á økinum, sigur hann.

Í hesum sambandinum nevnir Andras Róin Injector Doors og Decision 3 sum tvey dømi, um føroyskar fyritøkur, ið hava ment orkusparandi útgerð.


Í tíðindaskrivinum frá BlueGreenFuture verður eisini víst á, at altjóða marknaðurin krevur umhvørvisvinarliga og burðardygga framleiðslu. Tí er Cleantech bæði umhvørvisliga og samfelagsliga rætta leiðin og ein stórur vinnuligur møguleiki, sum kann geva okkara búskapi fleiri bein at standa á. – Fyri at seta tingini í perspektiv kann eg siga, at eg persónliga meti, at Cleentech verður minst líka stórt sum KT er í dag, sigur Andras Róin, projektleiðari í BlueGreenFuture.