Í kvøld eru tungmálmsjól í Perluni, men ber ikki til at sleppa til stóru konsertina í Perluni er enn vón fyri einari tungari uppliving.
Sambært Music.fo spennir Cleopatra seg veruliga út í vikuskiftinum og skipar fyri tveimum tungmálmskvøldum, fríggjakvøldið 27. desember verður trífald málmskonsert, tá treskimálmsbólkurin Asyllex, rokkbólkurin Jürghinn og nýggi bólkurin Iron Lungs út Runavík fara á pall.
Leygarkvøldið 28. desember halda tungmálmsjólini fram í Cleopatra tá Earth Divide og Reduced Ash framføra.
Tiltøkini í Cleopatra eru fyriskipaði í samstarvi við TUTL. Báðar konsertirnar byrja kl. 22.00.