Tónleikararnir í Clickhaze vóru útlúgvaðir eftir vikuskiftið, tá tríggjar konsertir vóru á skránni. Tey spældu í Gøtu, í Havn og á Tvøroyri, og hetta kravdi nógv av bólkinum.
Strævnað vikuskiftið var aðalroyndin áðrenn ferðina til Danmarkar, har Clickhaze skal vísa sínar dygdir á Nibe Festivalinum.
? Vit eru við at koma fyri okkum aftur, og vit fáa nakrar dagar at fyrireika okkum í Danmark, áðrenn vit skulu spæla har fríggjadagin, segði Jón Tyril, tá vit høvdu hann í telefonini av flogvøllinum beint fyri middag í gjár.
Á middegi fóru hann og restin av fólkunum í Clickhaze til Danmarkar við Atlantsflog. Tey skuldu lenda í Billund, og haðani varð leiðin løgd til Nibe, sum liggur nærindis Aalborg norðaliga á Jútlandi.
Nýggjar sangir
Clickhaze fekk kjansin á Nibe Festivalinum umvegis framførsluna í Prix Føroyar finaluni, sum bólkurin úr Eysturoynni vann.
Umboðið fyri Nibe var hugtikin av føroyska rockbólkinum og vildi hava hann at spæla á sínum festivali. Clickhaze skal spæla fríggjakvøldið klokkan 23.00, og tað verður mett sum ein góð tíð at spæla.
? Vit hava fyrireikað okkum væl til ferðina. Vit hava vant nógv, og vit hava eisini spælt á fleiri konsertum. Vit hava nýggjar sangir á skránni, og tað er umráðandi, at vit spæla hesar sangir fyri fólki, so vit vita, hvussu teir rigga, sigur Jón Tyril.
Hóast framførslurnar seinastu tíðina hava verið strævnar, hava tær givið góða barlast áðrenn ferðina til Danmarkar.
? Vit ætla at venja eitt sindur áðrenn konsertina fríggjakvøldið, og vit hava fingið eini venjingarhøli í Nibe, sum vit sleppa at brúka. Fyrireikararnir av Nibe Festivalinum hava verið ómetaliga blíðir og hjálpsamir mótvegis okkum, sigur Jón Tyril.
Vænta sær nógv
Nibe Festivalurin væntar sær nógv av Clickhaze, og á heimasíðuni hjá sær hevur festivalurin gjørt nógv burtur úr føroyska bólkinum, sum teir halda kann fáa gjøgnumbrot uttan fyri Føroyar.
? Vit stremba ikki eftir tí stóra gjøgnumbrotinum, nú vit fara til Danmarkar at spæla. Okkara mál er at spæla so væl sum gjørligt, og um tað so hevur okkurt við sær, so taka vit tað við eisini, sigur Jón Tyril.
Clickhaze fer at spæla sangirnar, sum teir vunnu Prix Føroyar kappingina við, men teir hava eisini nakrar nýggjar sangir við. So at siga alt, sum tey spæla, er sjálvgjørt.
? Tað tykist sum danir dáma væl tað slagið av tónleiki, sum vit spæla, og tí eru vit sera spent at sleppa á pallin í Nibe, sigur Jón Tyril.
Clickhaze kemur heimaftur 4. juli, og longu dagin skulu teir spæla á konsert í Føroyum.