Í samrøðu við CNN í gjáramorgunin segði fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, at hann er í ferð við at leggja flag á allar sínar bygningar. Íblásturin kom úr Føroyum Tað vóru ikki bara føroyingar, sum fingu íblástur um umhvørvispolitikk og altjóða ábyrgd, tá fyrrverandi amerikanski forsetin vitjaði Føroyar saman við svenska vápnaserfrøðinginum, Hans Blix.
Bill Clinton fekk eisini føroyskan íblástur. Og meðan eingi ítøkilig úrslit enn síggjast í føroyskum umhvørvispolitikki eftir útlendska íblásturin, so er hevur fyrrverandi amerikanski forseting valt at handla.
Í samrøðu við CNN sigur Bill Clinton, at allir bygningar hansara nú fáa flagtekjur. Hetta tí tað er umhvørvisvinarligt, og hann hevur sæð, hvussu tað ber til í Føroyum. Um hann sjálvur luttekur í arbeiðinum, ella um hann hevur føroyskar ráðgevarar, sigur søgan einki um.
Í samrøðuni sigur Bill Clinton, at allir bygningar hansara verða flagtaktir, so nú verður spennandi at vita um Hvítu Húsini fáa flagtekju, um Hillary Clinton vinnur amerikanska forsetavalið, og Bill Clinton verður heimagangandi forsetamaður.