Clinton ilskast inn á Bush

Tað er ikki vanligt, at fyrrverandi amerikanskir forsetar finnast at virkandi forsetanum, men nú er Bill Clinton troyttur av George W. Bush og umsiting hansara

Tað, sum hevur fingið øði í Bill Clinton, er, at stjórnarumsitingin hjá George W. Bush roynir at geva fyrrverandi forsetanum skyldina av teimum álvarssomu fíggjargølunum, sum eru komnar undan kavi í USA í seinastuni.
Bush hevur fleiri ferðir róð uppundir, at tað var í forsetatíðini hjá Clinton, at amerikansku fyritøkurnar fóru at svika við roknskapinum, og at fyrrverandi forsetin og stjórn hansara gjørdu ikki nóg mikið fyri at steðga óskilinum.
Hetta hevur eftir øllum at døma fingið øði í Bill Clinton.
- Vinnulívið breyt lóggávuna, áðrenn Bush tók við, og tað helt fram, eftir at hann hevði tikið við. Veruleikin er, at eg royndi at gera nakað við trupulleikan, men at flokkur forsetans, republikanararnir, forðaði tí, segði Clinton í einari sjónvarpssamrøðu sunnudagin.
Fyrrverandi forsetin legði afturat, at ein av teimum republikansku politikarunum, sum forðaðu ætlaðu lógarbroytingunum, fekk starvið sum leiðari í kreditteftirlitinum, eftir at Bush hevði tikið við.
Bill Clinton ilskast eisini um, at Bush-stjórnin hevur hug at geva honum skyldina av støðuni í Miðeystri. Teir vilja vera við, at tann miseydnaða semingsroyndin hjá Clinton á heysti í 2000 elvdi til harðskapin millum ísraelsmenn og palestinar.
- Í sjey ár eydnaðist tað okkum at halda viðurskiftunum í Miðeystri á beinari kós, og nú royna teir at geva mær skyldina av viðurskiftunum í dag, segði Clinton í sjónvarpssamrøðuni sunnudagin.
Hvítu Húsini hava ikki gjørt nakra beinleiðis viðmerking til tað, sum Bill Clinton hevur sagt. Scott Stanzel, talsmaður sigur, at tað er ikki siður at finnast at undanmonnum ella eftirmonnum í amerikanska forsetaembætinum, og at Bush hevur valt at hyggja frameftir.