Seinasta fríggjakvøld var Business Leader Seminar í Frederikshavn, har Bill Clinton og Hans Blix vóru røðarar. Fyrrverandi amerikanski forsetin ferðast kring heimin at tosa við vinnuleiðara. Talan er ikki um skeið í vinnuleiðslu, men eina ásjón á heimin og hvussu hann kann betrast við at øll taka ábyrgd. Hetta serligum atlititil vinnuna
Fyrilestur
Bogi Eliasen
[email protected]
Eins og varaforseti sín Al Gore, brúkar Clinton nógva orku til umhvørvispolitik. Støða hansara er greið. Hann tekur hóttanirnar um, at heimurin gerst heitari, í størsta álvara.
Umhvørvið
Granskarar eru ikki samdur um hvussu stóra ávirkan dálking hevur á vistfrøðisskipanina og hitalagið, m.a metir Bjørn Lomborg at pengar kunnu brúkast betri aðrar staðir. At tað ikki er so týdningarmikið, er ofta ein vælkomin grundgeving hjá vinnufólki, tí so skulu tey ikki taka hesi atlit eisini. Men so lætt er tað ikki at skáka sær undan Clinton. Hann vísir á at fyritøkur, sum taka umhvørvisspurningin í álvara, beinanvegin betra so mikið nógv um effektivitetin, at virkið vinnur pening av at hugsa grønt. Soleiðis er umhvørvishugsan ikki bert ein samvitskuspurningur,men eisini gott fyri peningaliga úrslitið hjá fyritøkum, og tí er tað høpisleyst ikki at gera tað. At hugsa grønt er eisini at effektivisera, og tað vinna øll við.
Hetta er serliga umráðandi í tíðum, tá orkuprísurin er sera høgur og tí kann elva til at framleidni ikki er so gott. Grøna hugsanin hevur ikki hægstu raðfesting í Føroyum, men við hesum sjónarmiði kann tað broytast.
Menna triðja heimin
Bill Clinton arbeiðir eisini við at menna triðja heimin við tí grundgeving at vit í dag vita nógv um hvussu tað skal gerast. M.a. hevur hann tætt samstarv við peruanska búskaparfrøðingin Hernando de Soto. Sum ráðgevi hjá Fujimori, tá hesin kom fram at valdinum, arbeiddi hann fyri at skjalfesta alla ogn. T.v.s. jørð, hús, handlar o.s.f.r.. Nógva staðir í triðja heiminum er støðan, serliga í fátæku pørtunum, at hetta ikki formlig ogn við skjølum. Royndirnar frá Peru vístu, at so skjótt sum hesi viðurskifti eru fingin í rættlag, so er møguligt at fáa fígging, tí so hevur bankin nakað at arbeiða við. Viðmerkjast skal at de Soto gavst at arbeiða saman við Fujimori longu í 1992. Menningarhjálp er øðrvísi í dag, tí vit hava vitan um nøkur átøk sum virka, og vita eisini at tað ikki hjálpir at oysa pening í skipanir sum ikki virka. Tí skulu vit arbeiða við hesum.
Einstaki
Metingin hjá Clinton er, at einstaklingurin í dag hevur nógv størri vald enn nakrantíð áður, og tað er eisini galdandi fyri vinnuna. Allir partar, stjórnir, altjóða felagsskapir, NGO felagskapir, vinnufyritøkur og einstaklingar hava í dag ávirkan. Og ynskja vit ein betri og tryggari heim, er tað neyðugt at broyta hesi viðurskifti. Tí ræður tað um at vit - hvør einstakur - setir sær mál og arbeiðir fyri at náa teimum. Men eisini soleiðis arbeiða fyri at allir borgarar kring knøttin fáa tann møguleikan. M.a. kemur yvirgangur av at dreymir ikki kunnu fylgjast orsakað av væntandi møguleikum, og ynskja vit ein betri heim, skulu vit øll ávirka. Tí skulu øll seta sær 4 grundleggjandi spurningar:
Fyrilesturin var ein breið meting í heimstøðuni og gav luttakarunum eitt grundarlag at meta um hvørja ábyrgd vit hava sum einstaklingur, feløg, bólkar og lond fyri at fáa ein betri og tryggari heim. Jú, sera idealistiskt, men hvat ber til uttan mál?
Teir fýra spurningarnir
1Hvat er grundleggjandi skipanin í 21. øld?
2Um skipanin í 21. øld ikki er burðardygg, hvussu hevði tú broytt hana?
3Um ynski er at flyta frá interdependensi til størri samrenning av heimsins londum, hvussu hevði tú gjørt tað?
4Hvør skal gera hetta og hvat gert tú fyri at fremja hesa broytingar?