Clinton og Trump vunnu aftur

Hillary Clinton vann undanvalið hjá demokratunum í Nevada, meðan Donald Trump vann tað hjá republikanarunum í Suður-Carolina.

 

Úrslitið í Nevada gjørdist, at Hillary Clinton vann við 53 prosentum av atkvøðunum, meðan Bernie Sanders fekk 47 prosent. Hon hevur fingið 21 av umboðsmonnunum, meðan Bernie Sanders fekk 15. Fýra av sonevndu superdelegatunum hava enn ikki tikið støðu.

 

Nógv trýst hevur staðið á Hillary Clinton, tí eins og fyri átta árum síðani, tá hon var stórfavorittur at vinna, hevur hon fingið óvæntaða kapping. Seinast var tað ungi, karismatiski Barack Obama, sum at enda vann og seinni gjørdist forseti. Hesaferð er tað tann gamli, sosialdemokratiski Bernie Sanders.

 

Hillary Clinton lá so langt sum 40 prosentstig á odda í Nevada eitt skifti, men seinastu vikurnar hevur Bernie Sanders nærkast í stórum og endaligi munurin gjørdist einans fimm prosentstig. So enn einaferð man tað følast sum ein sigur hjá Bernie Sanders, hóast hann tapti. Hillary Clinton fegnast um sigurin, men tað er eingin ivi um, at hetta valstríðið fer at gerast nógv harðari enn væntað.

 

Hjá republikanarunum vann Donald Trump við heili 10 prosentstigum. Hann fekk 32,5 prosent av atkvøðunum. Stríðið um 2. plássið er sera tætt, men Marco Rubio vann við 1100 atkvøðum. Hann fekk 22,5 prosent, meðan Ted Cruz fekk 22,3 prosent. Jeb Bush fekk 7,8 prosent, Jon Kasich 7,6 prosent og Ben Carson 7,2 prosent.

 

Tað gerst tí alsamt meiri sannlíkt, at Donald Trump fer at vinna hetta undanvalið. Styrki hansara er, at hann hevur so breiða undirtøku. Meðan Marco Rubio hevur undirtøku frá teimum meiri moderatu og Ted Cruz frá teimum evangelisku kristnu, hevur Donald Trump víst, at hann hevur nokk av undirtøku úr øllum bólkum til at vinna. Hann vann í moderata New Hampshire og nú hevur hann vunnið í evangeliska South Carolina eisini.

 

Marco Rubio hevur eisini orsøk at fegnast, tí eftir undanvalið í New Hampshire, har hann fekk eitt ordiligt skot fyri bógvin og endaði nummar fimm aftan á eina vánaliga kjaksending í sjónvarpinum, hevur hann megnað at reist seg aftur og endurvunnið 2. plássið í stríðnum. 

 

17 valevni vóru til republikanska undanvalið, men nú eru teir fimm. Í gjárkvøldið kunngjørdi Jeb Bush, sum eitt skifti var stórfavorittur, at hann gavst við sínum royndum at gerast forsetavalevni í hesum syfti. Hetta fer væntandi at styrkja Marco Rubio, sum liggur nærri Jeb Bush enn Ted Cruz og Donald Trump gera. John Kasich og Ben Carson halda enn á við sínum valstríðið, hóast úrslitini higartil hava verið so sum so.

 

Støðan í løtuni er, at Hillary Clinton hevur vunnið 500 umboðsmenn móti teimum 70 hjá Sanders, men her skal havast í huga, at heili 449 av hesum eru superdelegatar, og endurspegla tí einki valúrslit.

 

Donald Trump hevur 61, harav allar 44 úr Suður-Carolina, Ted Cruz hevur 11, Marco Rubio 10, John Kasich 5, Jeb Bush 4 og Ben Carson 3.

 

Týsdagin fara republikanarar á val í Nevada, áðrenn demokratarnir í Suður-Carolina fara á val leygardagin. 1. mars verður so Super Tuesday, tá undanval verður í 13 statum. Hjá demokratunum standa 878 umboðsmenn upp á spæl og hjá republikanarunum 661.