Clinton sett fótin á føroyska jørð

Klokkan 11. 12 í dag lendi Bill Clinton í Føroyum. Hann hevur júst sett fót á føroyska jørð. Og tað sum fyri fyrrverandi amerikanska forsetan kendist sum eitt lítið fet á longu ferðini kring heimin, kann gerast eitt risafet inn í framtíðina fyri Føroyar.

Fitt av fólki eru savnað á flogvøllinum, men har eru eingin barnagarðsbørn við fløggum, sum annars ofta luttaka til slíkar hátíðarligar vitjanir.

Clinton fer nú til Havnar í einari bilfylgi við trimum myrkagráum luksus jeepum, sum VR bilar hevur fingið til vega til høvi.