Cloud og AI hjálpa Microsoft til stórt milliard-yvirskot

Tøknifyritøkan Microsoft gav í dag út ársfrágreiðingina, sum vísti stóran vinning.

Amerikanska tøknifyritøkan Microsoft hevur havt eitt avlop uppá 128,5 milliardir dollarar áðrenn skatt seinasta roknskaparárið, boðar felagið frá.

Tað vísir ársfrágreiðingin hjá Microsoft, sum fevnir um tíðarskeiðið frá 1. juli í fjør til 30. juni í ár.

Í fjórða ársfjórðingi av ársfrágreiðingini, sum fevnir um tíðarskeiðið frá apríl til juni í ár, hevði Microsoft ein umsetning upp á 76,4 milliardir dollarar.

Hetta er ein vøkstur á 18 prosent í mun til somu tíð í fjør.

Í fjórða ársfjórðingi hevði Microsoft eitt avlop uppá 34,3 milliardir dollarar áðrenn skatt, og tað er 23 prosent hægri enn í apríl-juni í fjør.

– Cloud og AI (vitlíki) eru ein drívmegi í virkisbroytingini í hvørjari vinnugrein og øki, sigur stjórin í Microsoft, Satya Nadella, í tíðindaskrivi.

 

/Ritzau/