CO2-kvotur heldur enn fiskidagar

Bogi Hansen, havfrøðingur, mælir politikarunum til at brúka CO2-kvotur ístaðin fyri fiskidagaskipanina.

-Ein tílík umlegging er í fullum samsvari við høvuðstankan í fiskidagaskipanini - at kvotera royndina eftir fiski heldur enn veiðuna, sigur Bogi Hansen við Kringvarpið.

Hann heldur, at í flestu førum áttu CO2-kvotur at verið eitt betri mát fyri royndina enn fiskidagar. Eins og í verandi skipan ber eisini til at áseta CO2-kvotur fyri hvønn skipabólk sær.

-Umframt at eggja til minking í CO2-útláti, hevði ein tílík umlegging eisini eggjað reiðarum og fíggingarstovnum til at gjørt flotan minni orkukrevjandi og harvið minni tengdan at oljuprísi, sigur Bogi Hansen m.a. í viðmerking til uppskotið hjá landsstýrinum um ?veðurlagspolitikk Føroya?.