CO2 útlát í okkara umhvørvi

Henda kanning ? sum er gjørd viðvíkjandi dálking av umvhrøvinum hjá okkum ? er hon álítandi?

Ein kundi hugsað sær, at dálking í okkara umhvørvi stavar ikki bert frá okkum sjálvum, men verður ávirkað uttanfrá.
Hvussu hevur luftrákið verið tá ið henda kanning varð gjørd. Ein sjálvur hevur sæð eitt ógvuliga stórt útlát av CO2 frá boripallum í »Norðsjónum«. Við tað, tá ið gassið verður brent, er olja íblandað.
Undirritaði hevur rakt við, at eitt einstakt tíðarskeið, er so nógv dálking í Norðsjónum, sum stavar frá boripallum, stór svørt skýggj vóru hangandi í einum rættiliga stórum havumhvørvi, og tá ið logn var, blivu tey ikki blást burtur.
Fyri at koma aftur til umhvørvi hjá okkum viðvíkjandi dálking, so kann tað hugsast, at luftrákið sum kemur frá Norðsjónum, at vit fáa eina rúgvu av tilfari CO2 harfrá, og ikki bert frá okkum.
Er henda kanning gjørd tá ið luftrákið frá Norðsjónum hevur verið áhaldandi, so er møguligt, at vit fáa eina skeiva mynd hesum viðvíkjandi.
Er kanningin gjørd, har luftrákið er komið norðanfrá, so er ein onnur støða.
Øll vita, at luftrákið norðanfrá er reinari í sær sjálvum, har er lítið og onki útlát av CO2, fyri at siga ikki onki!
Endaliga, kundi tað verið áhugavert, at fingið at vita, hvussu luftrákið hevur verið, tá ið henda kanning varð gjørd.
Sum sagt, kunnu vit fáa eina skeiva mynd sum bert stavar frá okkara egna umhvørvi, ella er dálkingin ávirkað uttanfrá.