CO2-útlátið vaks sera nógv í fjør

Nýggj tøl frá altjóða veðurlagsstovninum IEA vísa, at CO2-útlátið vaks nógv meiri í fjør, enn serfrøðingarnir høvdu væntað. Danski ráðharrin í veðurlagsmálum, Lykke Friis, sigur, at tey nýggju tølini siga okkum, at veðurlagsavbjóðingin er uppaftur størri, enn vit hava hildið. Hon vísir á, at tey nýggju búskaparveldini sum India og Kina eru ikki so meint rakt av fíggjarkreppuni, og tí hevur útlátið har verið størri, enn roknað varð við.

Tey nýggju tølini, sum standa í bretska blaðnum The Guardian, vísa, at útlátið av vakstrarhúsgassi er ongantíð vaksið so nógv eftir einum ári sum í 2010, og at tað var nógv størri, enn serfrøðin væntaði.

IEA hevur roknað út, at útlátið var 30,6 gigatons í fjør, og tað er 1,6 gigatons meiri enn í 2009. IEA leggur afturat, at umleið tríggir fjórðingar av vøkstrinum stava frá londum í búskaparmenning so sum Kina og India.