Coca-Cola Cup í Runavík

Innandurafótbólturin er í hæddini, og um vikuskiftið verður enn ein kapping av slagnum fyriskipað.

Hesu ferð er tað B68, sum hevur sonevndu Coca-Cola Cup kappingina, og fer hendan fram í Ítróttahøllini í Runavík.

Níggju aldursbólkar eru í kappignini. Fýra hjá gentum og fimma hjá dreingjum, og er seinasta freist fyri tilmeldan í dag, mikudagin.