Coca Cola jólatrailarar

Tveir Coca Cola trailarar hava verið í Føroyum á veg til Íslands.

Talan er um tveir sokallaðar Xmas Coca Cola trailarar. Bilarnir komu við Norrönu, og eftir at hava verið her eina viku, fóru teir avstað aftur við Norrönu til Íslands. Bilarnir vóru á lastbilaverkstaðnum Metek á Hjalla, har teir fingu ísett surrieygu, so teir kunnu surrast fastir undir sigling.


Bilarnar eru amerikanskir, av slagnum Frightliner Coronado við Caterpillar motori og Eaton Fuller manuellum gearkassa.