Cohen í studio

Hóast Leonard Cohen er vorðin 75 ár, letur hann seg ikki merkja av aldrinum. Nú er ein nýggj fløga ávegis. Seinastu tvey árini hevur hann verið á eini langari turné, men nú er hann farin í upptøkuhølini.

 

Við blaðið Rolling Stone sigur Cohen, at nýggja fløgan fer at hava einar 10-11 sangir, sum fyri tað mesta eru skrivaðir, áðrenn hann fór á turné í 2008.

 

- Um Gud vil, so verður hetta arbeiðið liðugt komandi vár, sigur Cohen, sum framleiðir fløguna sjálvur.

 

Hetta er fyrsta fløgan frá Leonard Cohen síðani 2004, tá hann sendi útgávuna ?Dear Heather? á gøtuna.