Coldplay umsíðir nummar 1

Coldplay hevur klatrað upp á tónatindarnar í Onglandi

Bólkurin Coldplay hevur selt nógvar fløgur kring heimin, men higartil hava teir ikki megnað at havt ein sang ovast á bretska single-hitlistanum. Tað er nú broytt, tí sangurin Viva La Vida er komin beinleiðis inn á listanum sum nummar 1. Coldplay er eisini ovast á album-hitlistanum við teirra seinastu útgávu.