Colin Powell deyður – smittaður við koronuvirus

Colin Powell, sum var uttanríkisráðharri hjá George W. Bush, er deyður við koronusmittu. Hann var 84 ár.

 

 

Colin Powell er fyrrverandi amerikanskur uttanríkisráðharri og herovasti. Hann er deyður við koronusmittu. (Arkivfoto). - Foto: Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, er deyður av trupulleikum eftir smittu við koronuvirus.

Tað upplýsir familjan hjá honum gjøgnum almennu Facebook-síðuna hjá Colin Powell.

Tann fyrrverandi ráðharrin og evsti stjóri fyri amerikanska herin gjørdist 84 ár.

Powell var liðugt koppsettur móti koronuvirus, verður sagt í uppslagnum á Facebook. Sambært NBC News hevði Powell eisini sjúkueyðkenni fyri blóðkrabba.

– Vit vilja fegin takka teimum á Walter Reed National Medical Center fyri góðu viðgerðina hjá teimum. Vit hava minst ein fantastiskan og kærleiksfullan hjúnafelaga, pápa, abba og eina stóra amerikanska persónsmensku, skrivar familjan.

Tað verður ikki sagt ítøkiliga, hvørjum hann doyði av.

Colin Powell var republikanskur uttanríkisráharri undir George W. Bush frá 2001 til 2005. Hann var tann fyrsti svarti uttanríkisráðharrin í USA.

Hann var millum annað eisini amerikanskur generalstabsstjóri frá 1989 til 1993. Tað er hægsta leiðarastarv í herinum í USA.

Í 1960'unum var Powell tvær ferðir útsendur til Vietnam.

– General Powell er ein amerikonsk hetja, ein amerikonsk fyrimynd og ein stór amerikonsk søga, segði Bush, tá hann í 2000 boðaði frá, at hann fór at verða uttanríkisráðharri.

Sum uttanríkisráðharri minnast vit Powell millum annað fyri eitt mótstríðandi upplegg í ST trygdarráðnum í februar í 2003.

Her segði hann millum annað, at táverandi forsetin í Irak, Saddam Hussein, var ein stórur vandi, tí Irak hevði hópoyðingarvápn. Fleiri av útsøgnum Powells vóru seinni prógvaðar sum verandi óneyvar ella skeivar.

– Tað er ein skammplettur, og tað fer altíð at vera ein partur av mínum eftirmæli. Tað nívur og tað pínur, segði Powell í 2005 í eini samrøðu við ABC.

Colin Powell var giftur Almu í 1962. Tey fingu trý børn, Michael, Linda og Annemarie.

/ritzau/

 


 

 

Colin Powell er fyrrverandi amerikanskur uttanríkisráðharri og herovasti. Hann er deyður við koronusmittu. (Arkivfoto). - Foto: Saul Loeb/Ritzau Scanpix