Colorama á Hálsi ger burtur úr 25 ára degi

Hin 7. apríl, sum er hósdagin í næstu viku, verða liðin 25 ár, síðan Eyðun Karbech Mouritsen, ið eigur og rekur hugnaliga Colorama-handilin á Staravegi 5, byrjaði sítt handilsvirksemi á Hálsi.

 

Hósdagin 7. apríl verða 25 ár liðin, síðan Eyðun Karbech Mouritsen læt upp handilin á Hálsi, og í hesum sambandi fer Colorama at hava nógv góð tilboð alla næstu viku. Mynd: Álvur Haraldsen.

Eftir hesa fjórðingsøld fer Colorama-handilin at gera burtur úr degnum.

 

- Alla næstu viku fara vit at hava góð tilboð í øllum handlinum, og sjálvan ársdagin fara vit eisini at bjóða kaffi, køkur og okkurt gott til børnini, sigur handilseigarin.

 

Skuldi onkur, sum ikki býr í høvuðsstaðarøkinum, ivast í, hvar Colorama-handilin á Hálsi er, so er Skemman nærmasti granni. 

 

Tað er sera innbjóðandi, vakurt og forvitnisligt at koma í Colorama-handilin, og her leggja tey stóran dent á, at handilin er ruddiligur og væl skipaður.

 

Sum ein partur av vøruútboðnum eru eisini prýðislutir, sum eru við til at pynta um og skapa hugna í handlinum.   

 

Her eru serliga tvey fín merki, Georg Jensen, sum flestu kenna og Damask við seingjaklæðum, handklæðum, dúkum og øðrum. 

 

Colorama hevur eisini Piet Hein lampur, sum bæði standa og hanga, og her eru vasar, kertuljós og mangt annað.

 

- Vit royna at gera handilin so spennandi sum til ber, og hetta gera vit eitt nú við at hava aðrar og øðrvísi vørur enn aðrir handlar hava, sigur handilseigarin, Eyðun Karbech Mouritsen.

 

Jotun og Beckers 

Málingin er tann einstaka vøran, sum fyllir mest í Colorama, og tá árið er liðið, telur málingin eisini mest í samlaða umsetninginum. 

 

- Flaggskipið innan máling er Jotun-merkið, ið bæði fæst sum oljumáling til uttandurabrúk og vatnbasserað máling til eitt nú betong og innandurabrúk. Hetta er norsk dygdarmáling til harðbalið veðurlag, og tískil er málingin eisini sera vælegnað í Føroyum. 

 

Eyðun Karbech Mouritsen vísir á, at innanduramáling av Joton-merkinum er Lady, sum er ógvuliga væl umtókt. 

 

- Vit hava eisini Beckers-máling, sum koyrir nógv upp á tað umhvørvisliga, og tað er serliga hesa máling, sum málarar brúka. Colorama hevur nógvar málarar sum viðskiftapartar, og her verður skipað fyri ymiskum tiltøkum fyri málararnar av og á.

 

Colorama á Hálsi hevur eisini ein ógvuliga trúgvan og breiðan privatkundaskara.

 

Síðan í fjør summar hevur handilin á Staravegi 5 eisini selt billakk av merkinum, Cromax, og her eru tað serliga bilverkstøð sum keypa.

 

- Men, lakkið kann sjálvsagt eisini brúkast til eitt nú køkar, hurðar, skáp og ymiskt annað, og hetta er nógv sterkari enn vanlig máling, sigur handilseigarin. 

 

Fremstir við gardinum

 

Gólv hava ikki verið partur av konseptinum hjá Colorama á Hálsi í 20 ár, tó at virksemið í sínari tíð byrjaði við máling og gólvi. Men, handilin hevur bæði máttur, leyparar og pyntiteppir at leggja á gólvið.  

 

Tað, sum fyllir serliga nógv í konseptinum hjá Colorama á Hálsi, umframt málingingina, eru gardinurnar.

 

- Eg vil siga, at vit eru leiðandi innan gardinur, og her hava vit eina góða tænastu. Tá viðskiftafólk ynskja tað, fara vit út at taka mát, og tá gardinurnar so eru seymaðar, fara vit út aftur at hanga upp. Hetta er ein tænasta, sum vit bæði veita privatkundum, vinnulívi og stovnum. 

 

Handilseigarin sigur, at her vilja tey altíð vera góð í ráðum og vegleiða, um viðskiftafólk eru í iva.

- Umframt at hava eitt stórt úrval av gardintoyi í ymiskum prísflokkum, hava vit eisini vælumtóktu Faber-gardinurnar, lamel-gardinur, rullugardinur, persiennur og ymiskt annað, sigur Eyðun Karbech Mouritsen.

 

Sjey fólk eru í dag knýtt at virkseminum hjá Colorama á Hálsi, sum bæði er at finna á Facebook og Instagram.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Hósdagin 7. apríl verða 25 ár liðin, síðan Eyðun Karbech Mouritsen læt upp handilin á Hálsi, og í hesum sambandi fer Colorama at hava nógv góð tilboð alla næstu viku. Mynd: Álvur Haraldsen.

Tað er innbjóðandi, vakurt og forvitnisligt at koma inn í Colorama-handilin á Hálsi.