Concorde-flogfar fall 7000 metrar

Ferðafólkini gjørdust frá sær sjálvum, tá eitt Concorde-flogfar hjá Air France brádliga misti flogið og datt 7000 metrar niður ígjøgnum luftina

Flogfarið hjá franska flogfelagnum var á veg úr París til New York, tá ein av teimum fýra motorunum brádliga slóknaði.
- Eg havi ikki verið so bangin í lívinum. Fyrst hoyrdu vit ein brest, og so datt flogfarið niðureftir. Flogfarið skalv illa í eitt korter. Kvinnur og børn grótu. Eg haldi, at vit øll vóru ræðslusligin, segði eitt av ferðafólkunum, Amar Belgacem.
Flogfarið var miðskeiðis yvir Atlantshavinum, tá tað fekk trupulleikar við tí eina motorinum, og eftir lítlari løtu fall flogfarið úr 17.000 metra hædd niður í 10.000 metra hædd.
Flogfarið helt leiðina fram til New York við hinum trimum motorunum. At ein av motorunum slóknaði gjørdi, at flogfarið kundi ikki flúgva skjótari enn 900 kilometrar um tíman. Vanliga flúgva Concorde-flogførini 2000 kilometrar um tíman.