Vaktarskip í frálandavinnu
Felagið fer í fyrstu syftu at hava eitt vaktarskip, ið serliga skal taka sær av vaktarhaldi, meðan borað verður á føroyska leitingarøkinum. Skipið verður skrásett í Føroyum og manningin verður føroysk. Lýst verður nú eftir fólki.
P/F Thor í Hósvík, sum hevur gjørt samstarvsavtalu við felagið ESVAGT í Esbjerg, kemur við einum skipi, sum kann veita fjølbroyttar tænastur í frálandavinnuni, eitt nú bjargingar- og bráðfeinginhjálp í sambandi við komandi borivirksemið, ið byrjar í summar.
BP, sum gjørdi av at taka av einum tilboði frá ESVAGT ? Thor í sambandi við leitingina við Føroyar, segði í tíðindaskrivi herfyri, at talan er um ein sera týdningarmiklan sáttmála, sum fer at geva einum føroyskum felag nýggjar vinnuligar møguleikar. Sáttmálin fer eisini at veita teimum, sum fara at arbeiða á føroyska økinum fyrstafloks bjargingartænastu og bráfeingisviðgerð. Harafturat fer sáttmálin at geva Esvagt-Thor møguleika fyri virksemi í bretska økinum, og er tað fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag fær henda møguleikan. BP og Shell hava annars saman søkt um nýggjar teigar í 19. rundu á bretskum øki, og í tí sambandi fer at verða neyðugt við útgerðar- og vaktarskipum eisini. Annars hava feløgini sum er virksemi í bretskum øki.
Esvagt ? Thor er annars farið undir at finna tey røttu fólkini til spennandi uppgávurnar á føroyska landgrunninum. Í bløðunum verður lýst eftir fólki at manna Connector, sum verður at síggja í føroyskum sjógvi um ikki so langa tíð. Talan er um fleiri spennandi størv innan frálandavinnuna, skiparar, stýrimenn, maskinmenn, kokkar og dekkarar. Umframt at skula brúka fólk til uppgávuna fyri BP skulu fólkini eisini kunna verða flutt umborð á onnur skip hjá Esvagt ella Thor. Umsóknir til umrøddu størv skulu sendast til Thor í Hóssvík í seinasta lagi 14. apríl. Sambært lýsing kunnu nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Gunnbjørn Joensen.