Connie Hedegaard fær rós

Connie Hedegaard, sum nú tekur við sum kommiserur hjá ES, er vónsvikin av, at eingin verulig avtala fekst burtur úr ráðstevnuni í Bellacentrinum. Kortini fær hon rós frá ST-samráðingarleiðaranum í veðurlagsmálum, Yvo de Boer.

-Hon hevur lagt ovurstóra orku í hetta - ikki bara teir seinastu dagarnar ella tær báðar seinastu vikurnar, men tey bæði seinastu árini, og hesa tíðina hevur hon avrikað nógv, sigur Yvo de Boer.

-Nú er hon útlúgvað. Eg vóni, at hon er við hús, og at hon og maðurin njóta eina spann av popkorni, sigur Yvo de Boer við fjølmiðlarnar.

ST-samráðingarleiðarin heldur, at danski formansskapurin á veðurlagsráðstevnuni kann vera stoltur av sínum avriki.