Contador misti tíð

Berlgiumaðurin Philippe Gilbert úr felagnum Lotto vann fyrsta dagin í súklukappingini Tour de France, sum var seinnapartin. Undan kappingini var Gilbert ein av teimum stóru favorittunum til at vinna júst tann fyrsta teinin.

 

Harafturímóti fekk danska felagið Saxo Bank Sunguard eina vánaliga byrjan. Liðskiparin, Alberto Contador, kom á mál ein minutt og 20 sekund aftan á Philippe Gilbert. Andy Schleck, ið verður mettur at vera hansara harðasti kappingarneyti um at vinna Tour de France í ár, fekk somu tíð sum vinnarin. Orsøkin til ta vánaliga úrslitið hjá Contador var, at fleiri súklarar duttu, og at hann var aftan fyri teir og slapp ikki nóg skjótt framum.

 

Annað umfar, sum verður í morgin, er ein liðkapping, og stórur spenningur er um, hvat av liðunum er tað sterkasta.