Conteh skoraði fyri Brønshøj

32 ára gamli Denni Conteh, sum í fjør spældi við KÍ, leitar í løtuni eftir nýggjum felag

Og fyri at halda formin við líka venur hann í Brønshøj, har ein fyrrverandi liðfelagi í Herfølge, Bo Henriksen, er venjari.

Leygardagin spældi Conteh við í venjingardysti hjá Brønshøj ímóti Herlev, og Conteh skoraði eitt av málunum í 3-1 sigrinum hjá Brønshøj.

Sambært heimasíðuni bold.dk er ætlanin hjá Denni Conteh at finna eitt nýtt felag í útlandinum, so hann kann halda fram sum yrkisspælari.