Coolio til Føroya

Heimskendi rapparin kemur til Føroya í oktober Tann 6. oktober verður Høllin á Hálsi karmur um eina rættiliga spennandi konsert, og har tvey kend, útlendsk nøvn fara at framføra.

 

Coolio

Coolio, ið hevur selt meiri enn 27 mió. fløgur kring heimin, fer á pall við kendum hittum sum ?Gangsta Paradise? og ?C U When U Get There? og nýggja lagnum ?Gangsta Walk?, sum hann syngur saman við Snoop Dogg.

 

Crystal Waters

Sama kvøld fer amerikanska songkvinnan Crystal Waters at framføra. Hon er serliga kend fyri lagið ?Gypsy Woman?, ið hittaði stórt fyrst í 90?unum.

 

Nú er hon aftur við lagnum ?Destination Calabria?, ið lá ovast á danska dance-hittlistanum fyri stuttum.

 

Atgongumerki verða seld frá mitt í september og koma væntandi at kosta uml. 350 kr.

 

Vitja heimasíðuna hjá Coolio<a> <a href=http://www.theoneandonlycrystalwaters.com/main.htm>Vitja heimasíðuna hjá Crystal Waters<a>