Jeremy Corbyn, formaður fyri Labour flokkin, hevur átikið sær ábyrgd fyri stóra ósigrinum, ið flokkurin var fyri á bretska valinum í farnu viku.
Kortini heldur hann fast við, at boðskapurin, ið flokkurin fór á val við, var tann rætti.
Í opnum brævi í Sunday Mirror sigur Jeremy Corbyn, at hann harmast ringa valúrslitið hjá Labour, men at flokkurin má læra av valinum, serliga við at lurta eftir teimum veljarunum frá arbeiðarastættini, ið flokkurin hevur mist.
- Flokkurin er til fyri umboða tey. Vit fara at vinna álit teirra aftur, skrivar Jeremy Corbyn.
Tingmanningin hjá Labour flokkinum, sum varð skerd við 50 tinglimum í farnu viku, skal á fund í dag, har ónøgdir tinglimir fáa møguleikan at greiða Jeremy Corbyn frá, hvat teir halda um valúrslitið.
Labour flokkurin hevði ringasta valið síðan 1935 og fekk einans 203 tingsessir í mun til teir 365, ið konservativi flokkurin fekk.