Corona: 14 fólk í Føroyum eru avbyrgd

Eftir at fyrsti føroyingurin hevur fingið staðfest corona-virusið, eru í alt 14 fólk avbyrgd.

Hesum boðar Heilsumálaráðið frá í kvøld.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevur gjørt av at so skal vera, eftir at hann hevur kannað teir persónar, sum smittaði føroyingurin, Kaj J. Skipanes, hevur verið í samband við.

Tað er framvegis bara ein persónur í Føroyum, Kaj J. Skipanes, sum hevur fingið staðfest corona-virusið. Hini trý í húsarhaldinum hjá Kaj eru øll kannað, og øll úrslitini vóru negativ.

Kaj J. Skipanes og húski hansara verða øll avbyrgd við hús komandi 14 dagarnar, skrivar Heilsumálaráðið.