Vit eiga at vera fyrivarin og tí er neyðugt at seta tiltøk í verk nú, ímeðan vit hava tamarhald á støðuni.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Hann sigur, at tí verða munagóð tiltøk sett í verk hesar næstu dagarnar.
Eitt nú vera allur skúlar avlýstir og tey almenn starvsfólk, sum kunnu vera heima, skulu verða heima og arbeiða heimanífrá.
Og myndugleikarnir mæla eisini til, at øll tiltøk, sum savna yvir 100 fólk innandura, eiga at verða avlýst og heitt verður á matstovur, skeinkistøð og dansistøð um ikki at hava opið eftir klokkan 22 á kvøldið.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at øll hesi tiltøkini verða sett í verk hesar næstu dagarnar.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at sjúkrahúsini fara nú at umhugsa, hvørjar skurðviðgerir, og aðrar viðgerðir kunnu útsetast fyri at tryggja, at nokk av arbeiðsorku, skuldi talið á smittaðum økt nógv.
Meiri seinni