Corona: Nokta flogførum úr vandaøkjum at lenda í Danmark

Danir taka nú víðgongd stig í eini roynd at forða fyri smittuspjaðing

Danir hava nú avgjørt at seta víðgongd tiltøk í verk í eini roynd at avmarka smittuvandna við corona-virus Í hesum sambandi hava tey gjørt av, at fyribils sleppa flogfør úr vandaøkjum, ikki at seta á flogvøllum í Danmark. Tað eru øki, sum eru í tí reyða vandabólkinum.

Talan er um flogfør úr Hubei landspartinum umframt flogfør úr Iran og úr Gyeongbuk landspartinum, og býnum, Daegu í Suðurkorea.

Men nú sleppa flogfør úr stórum parti av Norðuritalia heldur ikki at seta seg í Danmark. Talan er um flogfør úr landspørtunum, Emilia-Romagna, Lombardí, Piemonte, Veneto, Marche og Valle d'Aosta.

Eisini Iscgi í Tyrol í Eysturíki er á reyða lista, sum merkir, at tað er í størsta vandabólki.

Samstundis seta danir reglur fyri, hvussu nógv fólk kunnu verða í bussi og í tokum, og hvussu langt skal vera ímillum tey.

Samstundis mæla serfrøðingar teimum, sum ætla sær at ferðast yvirhøvur, um at hugsa seg um eina ferð afturtat, tí teir halda ikki, at hetta er rætta tíðin at fara av landinum, tí vandi fyri at vera smittað er ov stórur. Ein orsøk til tað er eisini, at støðan broytist frá tíma til tíma, og eitt er at sleppa av stað, eitt annað er, at tað kann vera trupult at sleppa heim aftur.