Corona: Skúlar og almenn arbeiðspláss lata nú aftur

Corona. Vit hava tamarhald á støðuni, sigur løgmaður, men nú verða munandi tiltøk sett í verk

 

Vit hava tamarhald á støðuni. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í morgun, nú Landsstýrið heldur tíðindafund um Corona.

Hann sigur, at heilsuverkið er fyrireikað til at taka ímóti sjúkum fólkum. Tvey fólk eru smittað og eini 100 fólk eru kannað.

Men nú er ikki stundin at vera bláoygd, men tað skal eydnast at halda smittuni niðri, verður neyðugt at seta munagóð átøk í verk, sigur hann.

Hann sigur, at í omandi tíðum fara vit niður í ferð, tí vit skulu vera minni úti og meiri heima.

Atlantic, SAS, Smyril Line og Vága Floghavn fara at seta tiltøk í verk.

Føroyingar, sum arbeiða uttanlands, skulu halda seg heima, tá ið tey eru heima og tað sama er galdandi fyri lesandi.

Føroyingar skulu ferðast minst møguligt, men skulu halda seg heima, er tað ikki alneyðugt at fara

Allir skúlar lata aftur, fólkaskúlar, miðnámsskúlag og hægri skúlar, lata aftur, og heitt verður eisini á kommunurnar um at lata frítíðarskúlar og barnagarðar aftur. Barnagarðar eiga bara at hava opið fyri teimum børnum, hvørs foreldur noyðast til arbeiðis, tí tey ikki kunnu vera heima. 

Almenn starvsfólk, sum kunnu arbeiða heimanífrá, skulu gera tað og heitt verður á kommunur um at seta tiltøk í verk ímóti ferðafólkaskipum.

Meiri seinni.