##med2##
Føroyski ítróttarheimurin liggur eisini lamin orsaka av Corona.
Seinnapartin ringdi reportarin hjá FM1, Tróndur Arge til ÍSF-forsetan, Elina Heðinsdóttir Joensen, formannin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, forkvinnuna í Hondbóltssambandinum, Gunn Ellefsen og Christian Andreasen, forseta í Fótbóltssambandinum.
Ítróttarligu leiðararnir staðfesta, at føroyskur ítróttur hevur einki annað val enn at leggja stilt í nakrar vikur. Men tað verður trýst á tíðarætlanina hjá øllum ítróttargreinunum, og tað verður ikki útilokað, at kappingar verða styttar og pragmatiskar og provosoriskar loysnir verða gjørdar í flogbóltinum og í hondbóltinum komandi vikurnar.
Ein stytt kapping í Betrideildini við 18 umførum er ikki komin á borðið hjá leiðsluni í FSF enn, men Christian Andreasen útilokar ikki, at um alt liggur stilt líka til endan av apríl mánað, so verða tey í FSF noydd til at umhugsa at stytta kappingina í Betrideildini.