Betri samtakið er nú farið undir eyka átøk, ið skulu fyribyrgja, at coronasmittan spjaðist millum starvsfólkini á Betri deildunum.
Tað er av týdningi at taka eyka atlit undir altjóða farsóttum, sigur Betri samtakið, sum vil forða fyri, at nógv starvsfólk verða send til húsar í sóttarhald, og sum somuleiðis vil forða fyri, at tey eldru og veiku í samfelagnum fáa smittuna.
Leiðslan í samtakinum hevur tí gjørt av at seta fleiri tiltøk í verk í nakrar vikur, ið skulu minka um vandan av coronasmittu.
Átøkini, ið Betri samtakið hevur sett í verk, eru:
- Verið sum minst saman í bólkum. Avlýsið innanhýsis fysiskar fundir, ið ikki eru alneyðugir. Havið teir í staðin á netinum (Skype).
- Ikki vitja millum deildir kring landið og sum minst millum eindir á staðnum.
- Verið heima, um tit hava sjúkueyðkenni, sjálvt um hesi bara eru smá (líkjast krími). Tey allarflestu kunnu arbeiða heimanífrá. Minnist til at boða tykkara leiðara og HR frá.
- Leiðarar fara at taka upp á síni deild, hvussu vit best fyribyrgja, at heilar deildir skulu sendast heim í sóttarhald í senn, um illgruni er um smittu. Í hesum sambandi taka støðu til, um deildin eigur at deila seg upp í bólkar, ið halda seg atskildar frá hvørjum øðrum, og um ávís starvsfólk í eina tíð skulu arbeiða heimanífrá. Vit heita eisini á tykkum um at umrøða, hvussu uppgávurnar skulu raðfestast fyri at tryggja, at mest átrokandi uppgávurnar kunnu loysast, eisini um fólk verða send heim.
Sum skilst hava stjórarnir í Betri samtakinum verið á fundi í morgun at fáa nýggju átøkini upp á pláss.