Tað upplýsir heilsunevndin í landspartinum í dagføring síni í morgun.
Tilsamans eru nú 1.696 fólk deyð, síðani virusið breyt út mitt í desember og kravdi sítt fyrsta mannalív í januar
Tilsamans eru 58.182 fólk smittað í landspartinum og 1933 teirra seinasta samdøgrið.
Harvið er talið av nýggjum tilburðum hækkað við næstan fimm prosentum í mun til undanfarna samdøgur. Hinvegin er talið av deyðum fallið í mun til leygardagin, tá 139 doyðu.