Lond kring allan heim eru nú farin at steingja mørk, loft- og sjóleiðir, og nógvastaðni verður eftirlitið við ferðafólki inn í londini hert.
Coronavirus hevur seinastu tvær vikurnar gjørt rættiliga nógv um seg, serliga í Evropa, og sum avleiðing eru markarforðingar settar upp á flogvallum og við landamørk í nógvum londum, sum eru munandi strangari enn tær, sum vit sóðu til flóttafólkakreppuna í 2015-2016.
Norska stjórnin hevur heitt á allar norðmenn í útlondum um at sleppa sær heim til Norra sum skjótast, eftir at Russland hevur boðað frá, at russiska markið til Norra og Poland verður stongt í dag.
Stjórnin hjá Mette Frederiksen hevur somuleiðis boðað frá, at flogferðslan skal avmarkast, og at flogfeløg sleppa ikki at flúgva til tey ferðamál, ið eru harðast rakt av coronavirus. Somuleiðis verður stórur partur av markinum til Týsklands stongt.
Saudi Arabia hevur stongt fyri altjóða flogferðslu í tvær vikur, og Trump stjórnin hevur sett innferðarbann í USA fyri ferðandi úr Evropa, undantikið Stórabretlandi.
Í Suðuramerika, sum annars ikki hevur verið eins rakt av coronavirus, er nú broyting komin í, og Kolombia hevur nú stongt markið til Venesuela, umframt at ferðandi úr Evropa og Asia sleppa ikki inn í landið.