Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 13. februar vóru Opel Corsa GSI við 1,6 litra 4 syl. bensinmotori við 150 hk, og Toyota Corolla sedan við 1,6 litra 4 syl. bensinmotori við 124 hk.
Fyrri bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var Opel Corsa GSI. Hesin Corsa kom á marknaðin í 2006 og er fjórðu generatión síðan 1982, tá teir fyrstu ferð komu á marknaðin.
Corsa hevur heilt nýtt design og er ein praktiskur og rúmligur bilur í mun til støddina. Viðførisrúmið er 285 litrar, og við baksetrunum niðri verður tað heilar 1.100 litrar.
1,6 litra GSI motorurin við 150 hk er kvikur og hevur gott snúningsmoment (260 Nm), koyrir frá 0-100 km/t upp á 8,1 sek og toppferðin er 210 km/t. Corsa fæst bæði við bensin- og dieselmotori og við trimum og fimm hurðum. Koyrieginleikarnir eru millum teir bestu í klassanum.
Bilurin sum varð royndarkoyrdur, Opel Corsa GSI, kostar kr.225.000. Corsa kann síggjast og roynast hjá Auto Service við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við kr. 139.900.
Toyota Corolla
Seinni bilurin er ein Toyota Corolla Sedan, sum saman við Corolla Verso hava behildið Corolla navnið, nú hatchback útgávan eitur Auris. Hesin er 10. generation av Corolla, síðan teir fyrstu ferð komu á marknaðin í 1966.
Corolla Sedan er ein heilt nýggjur bilur, sum hevur eyðkent Toyota design, eisini innan, har hann er smartur og einfalt ergonomiskt innrættaður. Bilurin er næstan líka stórur sum Toyota Avensis - einans 9 cm styttri. Viðførisrúmið er upp á 450 litrar, og hann hevur ikki minni enn 15 rúm í kabinuni til at leggja ymiskar lutir frá sær á.
Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, hevur 1,6 litra bensinmotor við 124 hk. Annars fæst hann eisini við 1,4 litra bensinmotori og 1,4 og 2,0 D-4D dieselmotori. Corolla Sedan hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir. Eisini hevur hann eina sera væl virkandi ESP-skipan, sum til eina hvørja tíð heldur bilinum á rættari kós.
Bilurin sum varð royndarkoyrdur er ein Corolla 1,6 Sol sum kostar kr. 257.600.
Toyota Corolla kann síggjast og roynast hjá Auto Service. Biligasti Corolla Sedan kostar kr. 218.000.
mg